Forsíða
Kreditor
Debitor
Fastgjald
Rokningadepilin
eTrans
Tíðindi

Fakta og fyrimunir
Soleiðis virkar GS
GjaldSkipanin hjá tær
Inngjaldskortið
Talgilt inngjaldskort
Príslisti
Tilmeldingarskjøl
Innlatingarfreistir
Inngjaldsupplýsingar
Recordlýsingar
Leveransur
Kreditorreglur
Debitorreglur
FI-skipanin
Broyta kundanummur á gjaldsavtalum
Spurningar og svar
Hjálp og vegleiðing

Soleiðis virkar GS
Útskriva skjal

Tú kanst sjálvvirkandi uppkrevja allar tínar kundar - bæði privatar og vinnuligar, ella við inngjaldskortið sum vit senda vegna teg.

Tá tú skal uppkrevja tínar kundar gjøgnum GjaldSkipanina, sendir tú upplýsingarnar talgilt til Elektron umvegis eTrans skipanina.

Upplýsingarnar innihalda m.a. hvør skal gjalda, hvussu nógv skal gjaldast, nær gjaldingin skal avgreiðast, og hvørja kontu peningurin skal gjaldast inn á.

Um privatkundi skal uppkrevjast fleiri ferðir í sama mánaði, skal gjaldsdagurin verða ymiskur fyri hvørt uppkrav, meðan fleiri uppkrøv kunnu verða til sama vinnukunda sama dag.

Vit uppkrevja sjálvsagt bert við støðið í teimum upplýsingum vit móttaka frá tær.
 
Debitorbólkur
Tá tú ger avtalu um nýtslu av GjaldSkipanini, fært tú eitt GS-nummar, ið er knýtt at einum ella fleiri uppkravssløgum - hetta kalla vit debitorbólkar.

Til hvønn debitorbólk kanst tú knýta eina serliga kontu til tíni uppkrøv. Á tann hátt kanst tú hava eina serliga kontu til ymisk sløg av uppkrøvum.
 
Kundanummar
Allir tínir kundar skulu hava sítt egna kundanummar. Tú brúkar somu kundanummur, ið fyritøkan longu brúkar - bara hesi er eintýðug.

Kundanummarið er, saman við GS- og debitorbólkanummarinum, ein eintýðugur samleiki av eini sjálvvirkandi gjaldsavtalu millum teg og tín kunda.
 
Kundin skal ikki upplýsa síni kontuviðurskifti
Tær nýtist ikki at kenna kontuviðurskiftini hjá tínum kundum fyri at uppkrevja gjøgnum GjaldSkipanina. Tín kundi skal bert kenna títt GS- og debitorbólkanummar og sítt egna kundanummar hjá tær.

Síðani kann kundin sjálvur tilmelda sína uppkrevjing til GjaldSkipanina á www.rokningadepilin.fo, í Netbankanum ella í peningastovninum.

Hettar merkir, at kundin frítt kann skifta peningastovn, uttan at tær nýtist at vita av hesum, og uttan at gjaldsavtalan steðgar av teirri grund.
 
Tú skalt áseta tínar kundar 
Tann lætta loysnin er, at lata GjaldSkipanina uppkrevja allar tínar kundar - óansæð um teir eru tilmeldaðir GjaldSkipanina ella ikki.

So nýtist tær ikki at halda skil á hvør er tilmeldaður ella ikki. Tíni uppkrøv skulu bert innihalda upplýsingar um allar tínar kundar við navnið og bústaði. So sendir Elektron eitt inngjaldskort til teir kundar sum ikki eru meldaðir til GjaldSkipanina.

Um tú ynskir, at vit bert skulu uppkrevja kundar, ið eru meldaðir til GjaldSkipanina, skulu uppkrøvini bert innihalda teir kundar, ið eru meldaðir til GjaldSkipanina.

Hettar krevur, at tú skalt halda skil á, hvørjir av tínum kundum hava melda gjaldsavtalu til. Restina av kundunum skal tú uppkrevja á annan hátt.