Forsíða
Kreditor
Debitor
Fastgjald
Rokningadepilin
eTrans
Tíðindi

Fakta og fyrimunir
Soleiðis virkar GS
GjaldSkipanin hjá tær
Inngjaldskortið
Talgilt inngjaldskort
Príslisti
Tilmeldingarskjøl
Innlatingarfreistir
Inngjaldsupplýsingar
Recordlýsingar
Leveransur
Kreditorreglur
Debitorreglur
FI-skipanin
Broyta kundanummur á gjaldsavtalum
Spurningar og svar
Hjálp og vegleiðing

GjaldSkipanin hjá tær
Útskriva skjal

Inngjaldskortið - ein natúrligur partur av GjaldSkipanini
Óansæð um tínir kundar hava meldað seg til sjálvvirkandi gjalding ella ikki, kunnu vit standa fyri allari innkrevjingini...

Til teir kundar, ið ikki eru meldaðir til GjaldSkipanina, senda vit eitt inngjaldskort á pappíri, við øllum neyðugum upplýsingum, ið skulu brúkast í samband við tilmelding til GjaldSkipanina.

Letur tú okkum senda tíni inngjaldskort, kanst tú eisini innkrevja uttanfyri vanligu innkrevjingargongdina - t.d. í samband við heilt nýggjar kundar ella rykkjarar.

Les meira um inngjaldskortið

Brúka GjaldSkipanina til sjálvvirkandi gjaldingar og klára restina sjálvi
Tú kanst eisini velja sjálv/ur at senda inngjaldskort, og bara lata GjaldSkipanina standa fyri sjálvvirkandi gjaldingunum.

Í hesum førinum skalt tú sjálv/ur halda skil á, hvørjir av tínum kundum er meldaðir til GjaldSkipanina.

Royndir vísa tó, at um tú letur GjaldSkipanina senda inngjaldskortini fyri teg, er størri sannlíkindi fyri, at kundin meldar rokningina til sjálvvirkandi gjalding.

Inngjaldskort frá GjaldSkipanini eru nevniliga gjørd soleiðis, at sjálvvirkandi gjalding ferð fram bæði lætt og skjótt.

Tú ásetur sjálv/ur tekstin
Tú ásetur sjálv/ur tekstin á gjaldsyvirlitini og inngjaldskortini. Brúka so nógvar tekstlinjur sum tær lystir, set tekstin í kolonnur v.m.

Tilmelda gjaldsavtalur á internetinum
Á www.rokningadepilin.fo kanst sjálv/ur tilmelda gjaldsavtalur vegna kundar tínar. Kundin skal bert upplýsa tær sín peningastovn og kontunummar - so klárar tú restina.